Poul Nolsøe løgfrøðingur hjá Lærarafelagnum

Føroya Lærarafelag hevur sett løgfrøðing í starv, skrivar Skúlablaðið. Løgfrøðin fyllir alsamt meira í samfelagnum og fakfeløgini mugu fylgja við rákinum, ásannar formaðurin í Føroya Lærarafelag

Poul Nolsøe verður knýttur at Føroya Lærarafelag og er settur í starv hálva tíð, skrivar Skúlablaðið. Poul Nolsøe er útbúgvin lærari og tók løgfrøðiprógv í 1997. Tá fór hann í starv í Mentamálaráðnum sum løgfrøðingur.

Formaðurin í Føroya Lærarafelag, Magnus Tausen, fegnast um, at tað hevur eydnast at fáa løgfrøðing í starv. Og at hesin sum lærari kennir skúlan, og sum løgfrøðingur hjá skúlamyndugleikunum kennir mannagongdirnar har, metir Magnus Tausen avgjørt vera eina styrki.

Føroya Lærarafelag hevur, eins og onnur feløg, nýtt løgfrøðingar í dagliga fakfelagsarbeiðinum, men formaðurin ásannar, at løgfrøðin fyllir alsamt meira í samfelagnum og hann metir, at fakfeløgini mugu fylgja rákinum.
Poul Nolsøe kemur m.a. at taka sær serliga av samskifti við limirnar, álitisfólk, og at vera teimum og nevndini ein stuðul.