Ætlanin hjá Poul Michelsen, at brúka tilstundandi fólkatingsvalið til at varpa ljós á nýggja flokkin, Framsókn, hevur fingið eitt alvorligt skot fyri bógvin.
Eftir at Poul Michelsen fór úr Fólkaflokkinum, stovnaði hann nýggja flokkin, Framsókn, og hann sá fólkatingsvalið um 14 dagar sum eitt gylt høvi til at gera vart við nýggja flokkin og hansara sjónarmið.
Men nú vísir tað seg, at Framsókn slett helst ikki sleppur at stilla upp til fólkatingsvalið.
Fyri at kunna stilla upp til Fólkatingsval, skal flokkurin vera valdur á Føroya Løgting, men tað er Framsókn ikki.
- Vit hava fingið at vita, at av tí sama sleppur Framsókn ikki at stilla upp til Fólkatingsvalið, sigur Poul Michelsen við Sosialin.
Men kortini eru ikki allar vónir úti enn, tí tað ber væl til at stilla upp uttanflokka.
Hinvegin krevur tað, at hann fær undirskrift frá minst 150 og í mesta lagi 200 stillarum, sum vátta, at teir stuðla honum at stilla upp.
Fyri hvørt valevni, sum stillar upp, skulu tilsvarandi undirskriftir til. Tað merkir, at stilla tvey fólk upp á lisanum, skulu tey savna ímillum 300 og 400 undirskriftir, sum síðani skulu latast inn og góðkennast.
Tí er í øllum førum greitt, at talan verður um eina meiri avmarkaða uppstilling hjá Poul Michelsen, enn hann annars hevði møguleika fyri, hevði flokkurin sloppið at stilla upp.
Stórur týdningur
Men tað er eisini greitt, at Poul Michelsen ætlar sær at stilla upp.
Í morgin fer Framsókn at halda fund um støðina og at seta út í kortið, hvussu farast skal fram og, hvussu nógv skulu stilla upp afturat Poul Michelsen.
- Endaliga avgerðin er ikki tikin enn, men eg ivist ikki í, at eg vit stilla upp.
Og hóast tey ikki kunnu stilla upp sum flokkur, ætla tey at flætta Framsókn upp í, tí við góðum hugflogið ber til at kalla tað so, at Poul Michelsen stillar upp fyri Framsókn.
Annars hevði flokkurin gjørt av at stilla upp fyri at vera sjónligur í valstríðnum.
- Vit halda, at tað hevur stóran týdning, at flokkurin ikki dettur niður ímillum í kjakinum í hesum valstríðnum og tí hevur tað týdning at vit eru við, sigur Poul Michelsen.
- Stilla vit upp, kunnu vit ávirka valstríðið og samstundis byggja okkum ein pall til løgtingsvalið, sum eisini stunda til.
Hann ivast nevniliga ikki í, at hóast talan er um fólkatingsvali, fer valstríðið í stóran mun at verða merkt av heimligum politikki og tí hevur tað týdning fyri flokkin at vera við.
Nógvir heimligur politikkur
Poul Michelsen ivast ikki á, at hóast talan er um eitt fólkatingsval, fer valstríðið í stóran mun at vera merkt at føroyskum innanlandspolitikki.
Sostatt ivast hann ikki í, at í so máta verður fólkatingsvalið ein forsmakkur upp á løgtingsvalið.
Men hinvegin heldur hann, at tað hevur týdning, at fólkatingsumboðini verða skift.
Í sjónvarpinum fríggjakvøldið helt hann, at Edmund Joensen, sum skal eitast at umboða tann borgarliga veingin, ikki ger tað og at Høgni Hoydal, sum umboðar tann tjóðskaparliga partin, er ov vinstravendur.
Annars heldur hann, at vit skulu hava eina nýggja stjórnarskipan, sum skal taka støðu í føroyska fólkaviljanum og tað eiga vit at taka upp samráðingar við danir um.
Ivamál
Olaf á Stongunum, sum er formaður í fólkatingsvalnevndini fyri Føroyar, staðfestir, at flokkur skal vera valdur á ting fyri at kunna stilla upp til fólkatingsval.
Men tað er onki í vegin fyri at stilla upp uttanflokka, men so krevst undirskrift frá í minsta lagi 150 og í mesta lagi 200 stillarum, sum vátta, at tey stuðla uppstillingini.
Hvørt valevni skal hava sínar stillarar.
Men hvussu støðan hjá Framsókn er heilt ítøkiliga, dugir hann ikki at siga.
Hann vísir á, at hóast flokkurin ikki er valdur á ting, hevur Løgtingið góðtikið hann sum flokk.
Sostatt er Framsókn ein góðkendur flokkur og hann arbeiðis sum ein góðkendur flokkur.
So hann metir, at tað má vera danska innlendismálaráðið, sum eigur at taka støðu til eitt ivamál av hesum slagi.










