Poul Michelsen: Japan er ein spennandi marknaður

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hitti í gjár japanska starvsbróður sín, Taro Kono. Sum siður er í Japan, hevði Kono boðið Poul Michelsen til ein arbeiðsdøgurða í Tokyo. Ráðharrarnir komu ásamt um at fara undir samráðingartilgongdina um fríhandil ímillum Japan og Føroyar.

 

- Kono og eg eru samdir um at styrkja búskaparligu bondini til gagns fyri bæði londini. Japan er ein stórur og spennandi marknaður fyri føroyskan útflutning, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

 

Í heyst er harafturat ætlanin at skipa fyri einum vinnu- og mentanarátaki í Tokyo fyri at varpa ljós á Føroyar.

 

- Vit mugu smíða, meðan jarnið er heitt. Føroyar hava nógvar góðar vinir bæði í japansku stjórnini og í tjóðartinginum. Tí eri eg sannførdur um, at eitt slíkt átak fer at fáa góða undirtøku og kann fremja okkara søk her í Japan, sigur Poul Michelsen.

 

Eisini umrøddu Poul Michelsen og Taro Kono uttanríkispolitisku støðuna og trygdarviðurskifti í Fjareystri, serliga spurningin um Norðurkorea og sambandið ímillum Kina og Japan.

 

- Støðan í Fjareystri er spentari, enn vit geva okkum far um. Higartil hevur Kono víst seg sum ein statsmann, ið við skynsemi og fastari hond arbeiðir fyri at minka um spenningarnar í økinum, sigur landsstýrismaðurin.

 

Taro Kono vísti harumframt á, at Japan leitar út um sítt egna grannalag. Í tí sambandi er støða Føroya í Arktis stak áhugaverd fyri Japan.

 

Eisini fegnaðist japanski uttanríkisráðharrin um vinarbýaravtaluna, sum Klaksvík og Taiji undirskrivaðu um miðjan januar.

 

Ferðin var løgd til rættis í góðum samstarvi við donsku sendistovuna í Tokyo.