Seinnapartin í dag hevði Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, fund við ES nevndarlimin í handilsmálum, Cecilia Malmström.
Tey umrøddu ynskið hjá landsstýrinum um eitt styrkt samstarv við ES. Serliga legði landsstýrismaðurin dent á týdningin, betri marknaðaratgongd fyri føroyskar fiskavørur til ES marknaðin hevur. Meira ítøkiliga vísti landsstýrismaðurin á føroyska ynskið um at tryggja Føroyum javnbjóðis atgongd til ES marknaðin fyri føroyskt fiskafóður.
Staðfest varð á fundinum, at málið helst verður loyst í næstum. Hóast sitandi ES Nevndin bara hevur fáar mánađar eftir, vildi Cecilia Malmström gera sítt til at styrkja samstarvið viđ Føroyar.