Nýggja uppskotið hjá Framsókn um Eysturoyartunnil, er serstakliga dámligt.
Tað heldur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.
Orsøkin til at uppskotið hjá Framsókn, har Poul Michelsen er løgtingsmaður, glíður so væl niður hjá borgarstjóranum í Havn, er, at endamálið við tí er ikki bara at gera tunnilin, men eisini at íbindingarvegirnir skulu gerast.
- Í tí almennu viðgerðini av tunnlinum er ongantíð eitt orð nevnt um at halda kommununar við endarnar av tunlinum fíggjarliga skaðaleysar, og tað er heldur ikki eitt orð nevnt um at tryggja framkomiligheit og nýggjan innkomuveg til Havnar, hóast at henda ætlan er ein mansaldur gomul.
- Áðrenn ferðslan kemur upp úr undirsjóvartunnlinum inn í høvuðsstaðin mugu og skulu innkomuvegirnir til Havnina vera liðugtgjørdir og tað er endamálið við uppskotinum hjá Framsókn.
- Eitt annað skilagott í hesum uppskoti er, at verkætlanin longu er klár at bjóða út í 2015 og tunnilsgerðin bara varar 3 til 4 ár, so at tunnilin verður tikin í nýtslu longu í 2018.
Borgarstjórin í Havn sigur, at tað eru tvey viðurskifti, sum gera, at privata loysnin gjørdist ónýtilig.
- Í fyrru atløgu ætlar landsstýrismaðurin at taka ræðið av kommununum, soleiðis at landsstýrismaðurin kann taka sær fekk fullan myndugleika at góðkenna ætlanini.
- Hetta er ódemokratiskt og óhoyrt.
- Í øðrum lagi hevði úrslitið av, at ræðisrætturin varð tikin frá kommununum, verðið, at innkomuvegirnir ikki vórðu gjørdir, fyrrenn eftir at tunnilin varð gjørdur – og øll rokningin ivaleyst send kommununum.
- Men eftir uppskitunum hjá Framsókn, skulu vegirnir gerast samstundis og verða partur í verkætlanini og tað er tað, vit vilja, sigur Heðin Mortensen.
Sí eisini grein hjá borgarstjóranum í Havn undir "Lesarabrøv", longur niðri á síðuni.