Poul Madsen gevst sum blaðstjóri á Ekstra Bladet

Hann er júst vorðin pápi aftur og ætlar at brúka tíðina til familjuna. Hann leggur frá sær sum ábyrgdarblaðstjóri

 

Poul Madsen gevst sum ábyrgdarblaðstjóri á danska Ekstrablaðnum, sum hann hevur staðið á odda fyri í 14 ár.

Tað sigur hann við Ekstrablaðið.

Poul Madsen, sum er 58 ár, sigur, at hann gevst, tí hann júst er vorðin pápi aftur og fegin vil brúka meira tíð saman við familjuni.

– Eg eri eitt helt nýtt stað í lívinum. Eg hevði áður gjørt av, at eg VAR Ekstrablaðið. Men nú vil eg vera pápi Friedu og maður Helenu, sigur hann við Ekstrablaðið.

Tað verður Pernille Holbøll, sum loysir hann av sum ábyrgdarblaðstjóri. Hon hevur verið talgildur ábyrgdarblaðstjóri.

Poul Madsen sigur, at hann ikki sleppur blaðnum heilt, tí hann fer at halda fram sum kjakari.

Beint áðrenn hann gavst gjørdi hann av – stuðlaður av nevndini – at steðga sex-lýsingunum í blaðnum. Men einki verður sagt um, hvørt blaðið framvegis fer at hava síðu-9 gentuna, hóast ein kvinna nú fer at standa ovast á brúnni á danska dagblaðnum, sum í meira enn 40 ár hevur selt blaðið upp á naknar kvinnur.

/ritzau/