Tað var Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu, sum setti sandoyarstevnu um middagsleitið í dag.
Setanin var beint eftir ókeypis morgunmatin, sum kommunan borðreiddi við millum klokkan 10 og 12 fyrrapartin.
Sambært skránni fyri sandoyarstevnu, fer Poul Klementsen at halda midnáttarrøðu um ein lítlan hálvan tíma, og síðan verður felagssangur.
Klokkan 00.30 í nátt verður dansur í ungmannafelagshúsinum Virkinum, har Terji, Eyðun, Kim & Arnold fara at spæla til dans - og dansað verður til klokkan 04.
Í morgin - sunnudagin - verður gudstænasta í Sands kirkju við Jákupi Reinert Hansen, presti.