Spurningurin um framtíðar bygnaðin hjá Postverk Føroya er aftur aktuellur. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, sum eisini varir av Postverkinum, arbeiðir í løtuni við at umleggja stovnin til eitt alment partafelag. Landsstýrismaðurin visir á, at Postverkið, sum í dag er ein landsfyritøka, hevur við verandi bygnaði trupult at menna seg og annars virka og kappast á marknaðinum. Eisini hevur stovnurin fyri neyðini at fáa pengar úr landskassanum á hvørjum ári, skal hann klára tær skyldur, sum politiski myndugleikin hevur álagt honum. Men verður Postverkið umskipað til eitt alment partafelag, so fer tað at merkja, at árliga ískotið úr landskassanum verður tikið burtur, vísir Bjarni Djurholm á.
Bjarni Djurholm sigur, at skal Postverkið umskipast til alment partafelag, so verður neyðugt við pengum at arbeiða við. Og pengarnir skulu útvegast við at selja bygningin hjá Postverkinum á Argjum, har Frímerkjadeildin heldur til. Bygningurin er virðismettur til millum 30-40 milliónir krónur. Pengarnir frá eini møguligari sølu skulu førast til Postverkið, til dømis sum almennur partapeningur.
Í orðaskiftinum í samband við ein fyrispurning í løgtinginum mikudagin førdu nakrir tingmenn fram, at tað kann vera óheppið at selja bygningar hjá tí almenna, samtíðis sum aðrir almennir stovnar mangla høli. Við hesum varð sipað til, at Almannastovan kann vænta at verða uppsøgd úr sínum leigaðu hølum í næstum, og tí kemur at mangla høli. Tí mettu nakrir tingmenn tað vera óheppið at selja bygningin hjá Postverkinum á Argjum til aðrar, áðrenn greiða fæst á, hvørt tað er rættast, at Almannastovan flytur í bygningin.
Bjarni Djurholm sær ein stóran trupulleika í at Almannastovan sleppur at yvirtaka bygningin á Argjum. Hann vísír á, at við at selja Frímerkjadeildina til onkran annan enn tað almenna, fær landskassin pengar uttanifrá. Men skal t.d. Almannastovan yvirtaka bygningin, so verður neyðugt at finna tær 30-40 milliónirnar, sum bygningurin er mettur til, á fíggjarlógini, so Postverkið fær sínar pengar. Bjarni Djurholm vísir í hesum sambandi á, at Tórshavnar Kommuna hevur sýnt bygninginum stóran áhuga, og sjálvur metir landsstýrismaðurin tað vera eitt gott hugskot at selja kommununi bygningin.
- Eg meti avgjørt, at tað er rættast at selja bygningin á Argjum til dømis til Tórshavnar Kommunu, heldur enn at onkur annar almennur stovnur yvirtekur hann. Tí við at selja til kommununa fær landskassin pengar uttanifrá at seta í Postverkið, meðan vit noyðast á fíggjarlógina eftir pengunum, skal t.d. Almannastovan keypa bygningin, sigur Bjarni Djurholm og leggur afturat, at tað kann vera sera trupult at finna tær 30-40 milliónirnar á fíggjarlógini.
Umskipan av Postverkinum treyt fyri sølu
Bygningurin hjá Postverkinum á Argjum og ein møgulig umskipan av stovninum gjørdist við eitt meira áhugavert, eftir at tølini í fíggjarlógaruppskotinum vóru almannakunngjørd. Longu í august mánað varð greitt, at Postverkið fór at hava tørv á pengum til rakstur og íløgur, eisini næsta ár, og tí setti Vinnumálaráðið átta milliónir krónur av til Postverkið. Vinnumálaráðið vísti í hesum sambandi á, at fór tað at eydnast at umskipa Postverkið til alment partafelag og samtíðis selja bygningin á Argjum, so fór ikki at vera tørvur á teimum átta milliónunum á fíggjarlógini kortini. Tó metti Vinnumálaráðið tað vera rættast at seta pengarnar á fíggjarlógina, tí ikki var vist, at tað fór at eydnast at fáa framt broytingarnar. Men kortini valdi Fíggjarmálaráðið at strika játtanina til Postverkið, sum sostætt manglar átta milliónir krónur fyri at fáa endarnar at røkka saman næsta ár.
- Eitt av endamálunum við at umskipa Postverkið til alment partafelag er at sleppa undan á hvørjum ári at noyðast at játta pengar til stovnin á fíggjarlógini. Men tað sum Fíggjarmálaráðið hevur gjørt í hesum føri er at taka játtanina til Postverkið burtur av fíggjarlógini, áðrenn nøkur umskipan er framd av stovninum, og tað meti eg vera sera óheppið, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður.
Bjarni Djurholm leggur dent á, at bygningurin hjá Postverkinum á Argjum skal ikki seljast við tí fyri eyga at fáa fíggjarætlaninar hjá stovninum næstu árini at hanga saman.
- Tað kemur ikki uppá tal, bara at selja bygningin á Argjum fyri at sleppa landskassanum undan nøkrum útreiðslum til Postverkið. Fæst ikki undirtøka fyri at umleggja Postverkið til alment partafelag, so eri eg ímóti at selja bygningin á Argjum, sigur Bjarni Djurholm.
Tryggja sær politiska undirtøku
Landsstýrismaðurin í vinnumálum sigur, at hann nú fer at tryggja sær politiskan meiriluta fyri at umskipa Postverkið. Eitt nú var málið fyri á landsstýrisfundi hósdagin. Bjarni Djurholm sigur, at fæst ikki politisk undirtøka, so verður neyðugt at seta átta milliónir krónur aftur á fíggjarlógina fyri næsta ár til Postverk Føroya. Landsstýrismaðurin sigur, at fleiri lógarbroytingar skulu til, skal Postverkið umskipast til alment partafelag, og í løtuni verða hesar lógarbroytingar fyrireikaðar í Vinnumálaráðnum. Harumframt eru nógv starvsfólkaviðurskifti, sum skulu fáast uppá pláss. Bæði í samband við at umskipa Postverkið, og í samband við eina komandi sølu av bygninginum á Argjum. Men í samband við umskipanarætlaninar av Postverkinum, sum vóru frammi fyri góðum tveimum árum síðan, hevði Vinnumálastýrið samráðingar við Postfelagið, og partar av tí arbeiðinum kann nýtast enn, vísir Bjarni Djurholm á.
Tórshavnar Kommuna, sum hevur sýnt bygninginum stóran áhuga, hevur m.a. boðið Postverkinum eitt stórt grundøki við stóra bygningin hjá Postverkinum á Óðinshædd, sleppur kommunan at keypa bygningin á Argjum. Sjálvur metir landsstýrismaðurin tað vera eina góða loysn fyri allar partar at selja kommununi bygningin. Tórshavnar kommuna fær loyst hølistrupulleikarnar í Argja skúla, og Postverkið fær savnað sítt virksemi á Óðinshædd. Spurningurin er so bara, hvat hendir, um onkur annar keypari sýnir bygninginum áhuga, og er til reiðar at gjalda meira fyri hann enn Tórshavnar Kommuna. Talan er um eina almenna ogn, og verður hon seld, skal hon bjóðast út alment.
Postverkið og Strandferðslan samstarva
Bjarni Djurholm sigur, at í samband við eina komandi umskipan av Postverkinum til alment partafelag verður eisini hugt at, hvussu og í hvønn mun Postverkið og farmaleiðir hjá Strandferðsluni kunnu samskipa sítt virksemi. Í hesum næstum verður nýggjur stjóri settur á Strandferðsluni, og millum annað verður tað hansara uppgáva, saman við stjóranum á Postverkinum, at finna eina loysn. Bjarni Djurholm vísir á, at ein møguleiki kundi verið at flutningurin av posti og farmi varð skipað sum ein sjálvstøðug eind, sum báðir stovnar kunnu nýta.