Postverkið hevði 4,2 mió eftir

Fyrsti ársroknskapurin hjá P/F Postverki Føroya er nú gjørdur. Hóast nýggja partafelagið ikki fór at virka fyrr enn í desember mánaði í fjør, so fevnir ársroknskapurin um alt 2005. Hetta tí raksturin varð skotin inn í nýggja felagið, tá endaliga umleggingin varð framd.
Og higartil tykist gongdin at vera positiv. Hóast talan í árinum var um óvanligar útreiðslur á 4.345 tkr., so sýnir roknskapurin eitt ársúrslit á 4.279 tkr. eftir skatt. Samlaði eginpengurin er nú 47.279 tkr., harav innskotni partapeningurin er 43 mio kr.