Flutningur
Postverk Føroya hevur gjørt samstarvsavtalu við altjóa skundflutningsfelagið (express) DHL um flutning av pakkum, brøvum og øðrum, sum skal flytast skjótt.
Samstarvið millum feløgini bæði byrjaði tann 1. august í ár, sigur Postverk Føroya í tíðindaskrivi, sum sent varð við postinum um dagarnar.
Umframt at fólk nú kunnu keypa hesar skundflutningstænastur á øllum teimum størru posthúsunum í Føroyum, ber eisini til at fylgja teimum á internetinum, sigur Postverkið í tíðindaskrivinum. Sum er ber til at fara inn á heimasíðuna hjá DHL, sum eitur www.dhl.com
Men seinni kann hetta eisini gerast á heimasíðuni hjá Postverki Føroya, sum eitur www.post.fo
Hetta er ikki hvør sum helst, sum Postverkið nú er farið at samstarva við. DHL hevur millum annað samstarv við fleiri almenn postverk í heiminum. Alt úr Grønlandi og Finnlandi til Ný Sælands. Og tað starvast 70.000 fólk í 220 londum hjá hesi fyritøkuni.
Tað er ikki bara fyri at fáa eitt bræv skjótari úr almennum stýrum í Havn norður á Trøllanes, at Postverk Føroya ger slíka avtalu, hóast tað eisini kann hjálpa til har.
Avtalan er í størri mun ætlað at veita føroyskum kundum, bæði privatum og vinnuligum, betri og skjótari altjóða tænastu.
Við hesi avtaluni hevur Postverk Føroya givið kundum sínum eina tænastu, sum livir upp til øll tey krøv, vinnulívið setir til skundflutning, endar Bergur í Garði, postverksstjóri, tíðindaskrivið.










