Gamla Posthúshornið í Klaksvík, sum seinastu mongu árini hevur verið ein rundkoyring, verður fatað sum kanska mest sentrala økið í býnum. Navnið hevur hornið fingið eftir eyðkenda posthúsbygninginum á Klaksvíksvegi 2, sum frameftir skal vera mentanarhús.
Grunnurin Mentanarhús í Klaksvík eigur nú Posthúsið, og í løtuni verður nýggjur bygningur bygdur afturat.
Tíðin er nú komin, at Posta fer út úr Posthúsinum, og næstu vikuna verður flytingin gjørd. Hósdagin og fríggjadagin verða postsmogurnar fluttar, og mikudagin í næstu viku letur Posta upp í nýggjum hølum.
Flytingin er bert stívliga hundrað metrar, tí frameftir skal Posta halda til í »Innistovu« á Kirkjubrekku 1.
##med2##