Smyril skuldi fara av Krambatanga klokkan 15.30, men okkurt er hent við portrinum, so Smyril er ongan veg farin Suðuroyraportalurin skrivar, at portrið á Smyrli skal vera trýst nakað inn.
Strandferðslan hevur váttað yvirfyri Suðuroyarportalinum, at okkurt er hent við portrinum, sum ger, at skipið ikki kann sigla, men at arbeitt verður við at fáa hetta í rættlag.









