Portugisiski venjarin: Tit fáa onki stig frá okkum

Men Fernando Santos sýnir kortini føroyska landsliðnum virðing

Fyri løtu síðani hevði portugisiski landsliðsvenjarin, Fernando Santos, tíðindafund fyri nógvu fjølmiðlunum, sum vóru møttir upp her á Tórsvølli. Við á tíðindafundinum var eisini portugisiski miðvallarin, Joao Moutinho.

 

Viðvíkjandi føroyska landsliðnum, so segði Fernando Santos, at portugisar ætla ikki at lata føroyingar taka stig í dystinum mánakvøldið, men hann sýnir kortini føroyska landsliðnum virðing.

 

- Vit vita, at Føroyar eru eitt væl skipað lið, men tit skulu ikki fáa nakað stig ímóti okkum. Vit hava fyrireikað okkum væl til hendan dystin og granskað, hvussu føroyingarnir spæla. Vit eru klárir til dyst, sigur Fernando Santos, ið vann evropameistaraheitið saman við sínum leikarum í EM í Fraklandi í summar.

 

- Eg eri ikki bilsin av, at Føroyar longu hava vunnið fýra stig í tveimum teimum fyrstu dystunum. Eg havi sagt við leikararnar, hvørji úrslit Føroyar hava fingið higartil, so vit verða ikki tiknir á bóli í morgin. 

 

At enda sigur Fernando Santos tað sama, sum millum annað eisini Bernd Storck, landsliðsvenjarin hjá Ungarn, segði eftir dystin ímillum Føroyar og Ungarn fyri einum mánaði síðani, sum endaði 0-0.

 

- Eg vænti, at Føroyar fara at fáa fleiri enn fýra stig, men vit skulu syrgja fyri, at tit ikki fáa nakað stig ímóti Portugal, sigur Fernando Santos at enda.