Síðstu árini er talið av ferðandi um Vága Floghavn økt munandi. Stutt eftir aldarskiftið fór talið fyri fyrstu ferð upp upp 150.000 ferðandi, og burtursæð frá eini lítlari afturgongd í 2008-2009 hava pílarnir bara peikað uppeftir. Í fjør fóru 236.564 ferðandi um Vága Floghavn, og fyrstu mánaðirnir í ár vísa eisini á vøkstur.
- Verandi terminalur er bygdur til 100.000 ferðandi. So tørvurin á nýggjum terminali er til staðar, staðfestir Jákup Sverri Kass.
Í juni kann stjórin á Vága Floghavn taka í nýtslu ein spildurnýggjan terminal, sum saman við øðrum tænastubygningum kostar 144 milliónir krónur. Útbyggingin kemur í kjalarvørrinum á einari aðrari stórari íløgu í Vágum, tá 221 milliónir krónur vórðu brúktar til at leingja flogbreytina upp í 1799 metrar. Umframt hesar íløgur á tilsamans 365 milliónir krónur kemur ein eykarokning á smáar 30 milliónir krónur, tí gamalt dynamitt varð funnið í lendinum við vøllin. Allir pengarnir eru tiknir úr Íleggingargrunninum fyri Føroyar.
Mánadagin varð Vága Floghavn dømt at gjalda hagapartinum Ytri Suðurtriðingur eitt endurgjald á 10,6 milliónir krónur fyri lendið og grótið, ið varð ognartikið í samband við at flogbreytin varð longd. Enn er ógreitt, um dómurin verður kærdur inn fyri Eystara Landsrætt.
Samanumtikið gevur stóra íløgan í Vága Floghavn góðar møguleikar.
Longdi vøllurin gevur longu møguleika fyri at størri flogfør kunnu lenda í Vágum, og er nýggi flotin hjá Atlantsflog eitt talandi dømi um tað.
- Nýggja farstøðin og tænastubygningarnir fara at betra munandi um heildarupplivingina hjá teimum ferðandi, samstundis sum inntøkurnar hjá Vága Floghavn væntandi fara at vaksa enn meira, sigur Jákup Sverri Kass.










