Ongantíð áður hava so nógv fólk vitjað Portal.fo sum í farnu viku. Næstan 52.000 ymiskir brúkarar lósu greinar á Portalinum Portalurin er í serflokki mest vitjaða heimasíðan á føroyskum, og í farnu viku sló Portalurin øll met við tølum av vitjandi og vitjanum. Tað vísir vevmátingarlistin hjá Gallup.
51.949 ymisk vitjandi vóru á Portalinum, og tey vitjaðu Portalin næstan 503.000 ferðir. Talið á sýndum síðum var tað næstmesta nakrantíð ? góðar 2,2 milliónir, sum er átta ferðir meira enn næstmest vitjaða heimasíðan í farnu viku.
Útvarpið, sum hevði almenna valúrslitið á sínari síðu, var næstmest vitjaða heimasíðan við 17.199 vitjandi.