Unge, køn og pornografi i Norden. Soleiðis eitur umtalaða kanningin, sum er á breddanum í grannalondum okkara. Samlaða kanningin telur tríggjar bøkur, men henda grein tekur støðið í eini sokallaðari slutrapport, sum samanfatar úrslitini í hesi kanning. Kanningin vísur á, at ung frá 12 ára aldri kennast við pornografi, og at hesin kennskapur kanska ikki altíð er so skaðiligur, sum áður hevur verið hildið.
Ymiskt er, hvussu tey einstøku londini lóggeva um pornografi, men hóast hetta, er ungdómurin í norðurlondum (eisini í Føroyum) útsettur fyri pornografiskum tilfari. Sambært kanningini er pornografi eitt tabuevnið í Føroyum.
Kanningin
Kanningin varð sett í verk av Nordisk Institut for Kvinde- og Kønsforskning. Tað sum kanningin serliga leggur dent á er, hvussu nógv ung nýta porno, og hvørja ávirkan hetta hevur á kynini bæði. 1.776 ung fólk í Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi, Føroyum & Íslandi hava luttikið í hesi kanning. Í niðurstøðuni verður víst á, at mynstri av pornografiskari nýtslu líkist nógv í øllum londunum. Hetta kann tykjast løgið, tá ið hugsað verður um, at eitt nú Danmark er meiri liberalt enn Føroyar, tá ið tað snýr seg um eksponering av pornografiskum tilfarið.
Ungdómurin í norðurlondum metir, at vit kunnu avmarkað útbreiðsluna av pornografi, men at hon als ikki noyðist at forbjóðast. Kanningin staðfestir at gentur eru meiri kritiskar yvirfyri pornografiskum tilfarið, meðan dreingir gerast meiri kritiskir, tess eldri teir blíva.
Í kanningini verður eisini staðfest, at ungdómurin nýtur pornografi á tríggjar ymiskar hættir. Porno kann nýtast til 1 -sosial endamál, 2 -leita fram vitan um seksuellan atburð og 3 -seksuellan íblástur. Internettets globale udbredelse gør, at Island og Færøerne ikke længere kan erklæres for pornofrie landområder, stendur eisini at lesa.
Kvalitativ kanning
Tann føroyski parturin av kanningini er gjørdur eftir kvalitativum leisti. Tað vil siga, at heldur enn at spyrja nógv ung fólk um ymisk viðurskifti, soleiðis at ein kann gera hagfrøðisligar metingar um úrslitini, eru samrøður nýttar sum vísindaligt háttalag. Sostatt kunnu almenningurin og serkøn kritisera kanningina fyri manglandi repræsentativitet. Men tá ið tú arbeiðir eftir kvalitativum leisti, er endamálið ikki at gera hagfrøðisligar metingar. Heldur leggur granskarin seg eftir, at gera sær eina nágreiniliga og litaða mynd av, hvussu hesi fólk skilja eitt ávíst evnið. Tað vil siga, at tú ikki endiliga roynir at gera tær eina mynd, sum er umboðandi fyri alt landið, men heldur vil fara í dýpdina við nøkrum fáum informantum, sum tað verður rópt.
Granskingin í Føroyum
Tað eru tær báðar Karin Dahl (jarðarmóður) og Bjørg Jacobsen (etnologur), sum hava staðið fyri granskingini í Føroyum. Tær báðar hava gjørt samrøður við 10 ung fólk sum eru 18 ár. Felags fyri hesi ungu er, at tey øll eru búsitandi í høvuðsstaðarøkinum, og eru tey øll í holt við eina miðnámsútbúgving. Tað verður ikki upplýst, hvør teirra trúarliga binding er. Kanningin vísir á, at hóast pornografi er bannað í Føroyum, og at pornografiskt tilfar ikki er at finna í tí almenna rúminum, slepst ikki undan útbreiðslu av pornografi í Føroyum. Sambært teimum báðum skilst, at tað í Føroyum er ein tavshedskultur, sum tey rópa tað. Hendan tøgnmentanin ger, at vit í Føroyum ikki tosa og kjakast um viðbrekin evni sum pornografi.
Tey 10 ungu duga at skilja mun á pornografi og veruligum seksualiteti. Men víst verður eisini á, at markið millum heitini er rættiliga flótandi. Men tey ungu eru á einum málið um, at har valdar ein Kærleiki er vakur & porno er ljótt - fatan. Henda fatan er altíð galdandi fyri gentur, meðan dreingir fáa hesa fatan seinni í ungdóminum. Heilt ungir dreingir hava eina Porno er feitt - fatan.
Avleiðingar?
Kanningin staðfestir at ungdómur nýtir pornografiskt tilfar. Dreingir leitað fram porno sum ein íblástur til teirra sexlív, meðan gentur fyrst og fremst nýta porno tí at tær eru forvitnar. Tað er kanska ikki so løgið, at mynstrið er so, síðan porno aloftast er gjørt av monnum, til menn
Niels Ulrik Sørensen er ein av granskarunum í Danmark, sum hevur verið við til at gera hesa kanning. Hann sigur við Ekstrabladet at, tey ungu ikki taka skaða av porno. Hann vísur á, at tey ungu ikki nýta pornografisk tilfar ókritiskt, og at tey væl duga at skilja, at porno ikki hevur stórvegis við veruleikan at gera.
Tey ungu eru eisini greið yvir, at tann anatomiska myndin, sum pornografiin gevur okkum, ikki er í trá við veruleikan. Tey ungu halda, at bróstini síggja løgin út, og at limurin hjá monnunum sær nakað stórur út í pornografiskum tilfari. Eisini duga tey ungu at síggja, at stillingarnir eru láturligir.
Sostatt duga tey ungu væl at navigera í hesum pornografiska landslagnum, uttan at draga hesa vitan yvir á tað veruliga lívið, metir hann.
Tó eru eisini nøkur, ið rópa varskó. Kanningin vísur á, at porno kann ávirka sjálvsálitið hjá gentum. Eru tær ov seksuelt aktivar, verða tær stemplaðar skøkjur. Eru tær hivegin ov passivar, fáa tær eitt madonna-heitið á seg. Sostatt royna tær at tillaga sína seksuellu framførslu, so hon liggur millum báðar pólarnar.
Hvat skulu vit halda?
Umvegis internet, fartelefon og sjónvarp er tað ongin trupulleiki at leitað fram pornografiskt tilfar. Tey sum hava Televarp hava kanska lagt til merkis, at onkur av Canal + rásunum sløknar seint um kvøldið. Hetta tí, at tá byrja erotiskar sendingar, og tískil velur Televarpið at stongja hendan ólevnaðin úti. Eru tílíkar loysnir tær røttu? Er tað rætt at stongja pornografiina úti úr okkara skýggjum, og so bara nokta veruleikan, at pornografi er tøkt í landinum? Hørð pornografi er ikki serliga sjónlig í almenna rúminum. Vit kunnu ikki keypa filmar, bløð o.a. í føroysku sølubúðunum. Hetta eru flestu foreldur helst glað fyri.
Men tað er heldur ikki her, at útbreiðslan av pornografiini er størst longur. Nú er tað í teimum digitalu og mobilu miðlunum, at pornografiin er tøk. Teldan og fartelefonin eru miðlar, sum lættast kunnu nýtast til at leita fram pornografi. Og tú noyðist næstan ikki at leita. Pornografiin finnur eisini teg. Tú sært leinkjur allastaðni, sum bjóða fram pornografiskt tilfar. Eisini verða sokallaðir spam-teldupostar sendir út til nærum allar innbakkar, og tá sært ein veruliga, hvussu tætt vit liva við pornografiini.
Í Danmark verður ásannað, at nýtsla av porno er ein veruleiki hjá flest øllum ungfólkið. Tí eru tað nógv ið vilja vera við, at myndugleikarnir heldur skulu upplýsa og ráðgeva um porno, heldur enn at bannað tí.
-Derfor skal vi hjælpe de unge med at afkode budskaberne og sætte grænser over for sig selv og hinanden. Ingen skal føle sig presset til noget, de ikke har lyst til, sigur Eva Kjer Hansen (V), sum er javnstøðuráðharri í einum tíðindaskrivið, sambært Ekstrabladet og Politiken.
Eva Kjer heldur, at vit mugu hava kjak og upplýsing á breddan, soleiðis at tey ungu læra at skilja veruna hjá pornografiini. Og hetta er helst eisini samlaða niðurstøðan í kanningini. Tað er av alstórum týdningi, at vit viðurkenna pornografiina. Viðurkenna at ungdómurin er serstakliga dugnaligur at nýta internet og teldur, og viðurkenna at vit ikki kunnu steðga nýtsluni av pornografiskum tilfari. Vit mugu fáa eitt kjak í lag, um nýtsluna av pornografi millum ungdóm. Hvussu skulu lærarar, foreldur og vaksin sum heild fyrihalda seg hesum?
Kanningin eftirlýsir samskifti millum ung og tilkomin um pornografi. Tað er blivið soleiðis, at skúlin hevur fingið skyldu at hava seksualundirvísing, og hetta hevur havt við sær, at foreldrini er sloppin undan hesari skyldu.
Eg eri vísur í, og nú er tað blaðmaðurin sum tosar, at um vit bara blunda, fer tað at hava keðilig árin. Vit mugu síggja í eyguni, at ungdómurin er og verður útsettur fyri pornografiskum tilfari, og tískil skulu vit kjakast út frá hesum veruleika.
Ritgerðin um Ungdóm og Pornografi er at finna á hesi leikju:
www.norden.org/pub/sk/showpub.asp