Tað segði pólska undirvísingarmálaráðfrúan, Barbara Nowacka, við Bloomberg News í samrøðu í dag.
Ætlanin er at áleggja pallum bót, sum framhaldandi gera sosialu miðlarnar tøkar fyri yngri brúkarum, sigur ráðfrúan.
Hon legði afturat, at lógin kann koma í gildi fyrst í komandi ári.
Fleiri lond í ES - eitt nú Danmark, Bretland, Frakland, Spania og Grikkaland - hava kannað líknandi tiltøk fyri ungar brúkarar av sosialum miðlum.
Ritzau/Reuters










