Skráset teg til Løgtingsvalið!

Meginfelag Føroyska Studenta minnir lesandi uttanlands um at søkja um atkøvðurrætt til løgtingsvalið

Tíðindaskriv:

 

Ert tú føroyskur lesandi uttanlands, skalt tú søkja um atkvøðurætt til komandi Løgtingsval. Í fleiri kommunum er freistin longu mikudagin 4. mars, so tú skalt søkja skjótast gjørligt.

 

Fleiri kommunur – eitt nú Tórshavnar kommuna og aðrar – bjóða møguleikan at skráseta seg á Vanganum.

 

Býrt tú ikki í eini av kommununum, har hetta er tøkt, kanst tú útfylla umsóknarskjalið og senda tað til tína heimakommunu saman viðinnskrivingarváttan frá tínum útbúgvingarstovni.

 

Leinkja til umsóknarskjal: https://www.klaksvik.fo/upload/tinymce/56f241b7b6422b70b615054f6550b880f8c2e115.pdf