Polititíðindi: Soleiðis skikkaðu fólk sær á Tórsfest

Politiið fekk ymsar fráboðanir í gjár

Eini 5000 fólk vóru til Tórsfest í gjár, og politiið var sjálvandi eisini til staðar.

 

– Har vóru nógv glað fólk og sera góður stemmningur, sjálvt um tað var eitt sindur vátt, fortelur vakthavandi hjá politinum.

 

Nógv trygdarfólk vóru á staðnum, eini 80 persónar. Tey høvdu ikki nógvar uppgávur, men høvdu burturvíst nøkur fá, ið ikki dugdu sær hógv. Tvær ferðir var neyðugt hjá samarittunum at ringja eftir sjúkrabilinum.

 

Har vóru ikki nøkur stór politimál, men nøkur vóru hóast alt:

 

Klokkan 22:34 bleiv politiið boðsent av samarittunum. Fólk vóru um at fara til hendurs uttan fyri Mylnuna í miðbýnum. Men tá politiið kom á staðið, var alt í ordan.

 

Klokkan knapt 02 ringdi ein kona, ið býr í miðbýnum inn til politiið. Hon helt lítið um, at øll Havnin skuldi haldast vakin, tí Tórsfest skuldi vera. Tað er ikki fyrstu ferð, at løgreglan fær líknandi fráboðanir frá grannum.

 

Klokkan 03:30 var ein, ið ringdi inn at boða frá, at hann varð sligin í høvdi við einum stavi. Men tá politiið kom, visti hann ikki, um hann vildi melda tað. Hann varð biðin um at fara á Landssjúkrahúsið til kanningar og taka støðu til tað dagin eftir.

 

Klokkan 04:30 var aftur onkur, sum var fyri harðskapi. Tey fólkini, ið málið snýr seg um, skulu venda aftur til politiið seinni í dag, tí politiið bíðar eftir, at tey verða edrú.