Politiskur valdystur í Keypmannahavn

Umboð fyri allar flokkar verða við til valdyst í Føroyahúsinum í Keypmannahavn í kvøld

Umboð fyri allar flokkar verða við til valdyst í Føroyahúsinum í Keypmannahavn í kvøld.

 

Til løgtingsvalið 1. september hava 670 føroyingar uttanlands valrætt. Stórur partur av teimum eru lesandi í Danmark. Í ár hava 245 fleiri verljarar uttanlands skrásett seg, og tí ræður um hjá flokkunum at reka veljarar í rætt uttanlands eisini.

 

Tað verður gjørt í kvøld, tá valfundur verður í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.

 

Tað er MFS, sum skipar fyri politiskum pallborðsfundinum í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Umboð fyri allar politisku flokkarnar fara at siga frá sínum sjónarmiðum og at kjakast um útbúgvingar-, heilsu- og sosialpolitikk umframt haldføri hjá føroyska búskapinum.

 

Umboðini vera:

Hanus Samró, Fólkaflokkurin

Kristina Háfoss, Tjóðveldi

Mai Laksáfoss Simonsen, Sambandsflokkurin

Helena Dam á Neystabø, Javnaðarflokkurin

Ruth Vang, Framsókn

Rúna Sivertsen, Nýtt Sjálvstýri

Vilhelm Hendrik í Skálanum, Miðflokkurin

 

– Sum vant verður høvi hjá øllum at seta spurningar til politisku flokkarnar. Tað fer eisini at bera til at greiða atkvøðu á staðnum, um ein hevur samleikaprógv við, siga fyrireikararnir.

 

Skráin fyri kvøldið verður:

19.00 – Dyrnar verða latnar upp

20.00 – Tiltakið byrjar og MFS bjóðar vælkomin

20.50 – Útbúgvingarpolitikkur og heilsupolitikkur

Lítil steðgur

21.10 – Sosialpolitikkur og haldføri hjá føroyska búskapinum.

 

Pallborðsfundurin endar áleið kl. 22.00, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga fyrireikararnir.