Politiskur ungdómur á makreltombola í kvøld

Í kvøld skipa tey politisku ungmannafeløgini í Føroyum fyri einum heldur sermerktum tiltaki í eini roynd at vekja áhugan hjá ungdómum fyri politikki. Politisku ungmannafeløgini hava stovnað samtakið, PolUng, við tí endamáli at samstarva um felags áhugamál tvørtur um flokspolitisk mørk og tað er PolUng, sum stendur fyri tiltakinum.

Tiltakið, sum tey skipa fyri í kvøld, leygarkvøldið, verður á Mica í Havn frá klokkan 21-24.

Og tey kalla tiltakið eitt ?Politskt Makreltombola? og Jóan Pauli Dahl Jacobsen, skrivari í Pol Ung, sigur, at ætlanin er at tiltakið í kvøld skal vera bæði frískligt og stuttligt.

- Endamálið er at vekja politiskan áhuga hjá teimum ungu, sum kanska ikki hava hugsað so nógv um politikk frammanundan, sigur hann.

Hugskotið til navnið á tiltakinum er sprottið úr nógva prátinum í seinastuni um makrelkvotur, men skrivarin sigur, at tey fara annars ikki at tosa so nógv um makrel.

Tó verður eitt lítið makreltombola á skránni, har vinningarnir eru øl-og makrelur.

Annars fer Petur Háberg at spæla tónleik og eisini er ein heilt sjáldsom spurnarkapping er á skránni, har luttakararnir, m.a., skulu gita ymisk politisk sitat, sum eru komin heilt tvørt fyri.

Er áhugi fyri tí, verður kanska eisini skipa fyri einum umfari, har fólk eisini høvi at siga sína hugsan um politikk.

Men tey leggja dent á, at tað er nokk at ósemjum í politikki, so tey, sum taka orðið, skulu siga okkurt gott um politikk.

Tað eru ungmannafeløgini hjá teimum fýra stóru flokkunum, sum eru í.

- Tá ið PolUng varð stovnað, settu vit okkum eisini í samband við ungmannafeløgini hjá Sjálvstýrisflokkinum og Miðflokkinum, men hoyrdu einki aftur og tí eru tey ikki við, sigur skrivarin í PolUng.