Politiskur ungdómur farin til Finnlands

Fimm umboð fyri politisku ungdómsfeløgini, HUXA, Unga Samband, Sosialistisk Ungmannafelag og Unga Tjóðveldið fóru í morgun til Finnlands, har tey fara at taka lut á árligu setuni hjá Ungdommens Nordiska Råd

Á hvørjum ári - vikuskiftið um mánaðarskiftið frá oktober til november, skipar Ungdommens Nordiske Råd fyri setu, har ungdóms og ungdómspolitisku feløgini í øllum norðurlondum hittast at viðgera aktuell mál, ið eru viðkomandi fyri norðurlendska samstarvið, ið fevnir um millum annað útbúgving, umhvørvi og fíggjarpolitikk.

Setanin er skipað sum ein tingseta, har hvørt felagið hevur atkvøðurætt, og har atkvøtt verður um tey mál, ið verða løgd fram á setuni.

Tey mál, ið verða samtykt, verða síðan tikin upp til viðgerð á fundunum hjá Norðurlandaráðnum, ið eru vikuna eftir.

Føroyingar eru eisini umboðaðir á setuni hjá UNR, og hesuferð verða tað fimm umboð úr politisku ungdómsfeløgunum HUXA, Unga Samband, Sosialistisk Ungmannafelag og Unga Tjóðveldið, ið koma at umboða Føroyar.

Tey umboðini eru Bjørk Olsen og Rói Bjarnason Poulsen fyri HUXA, Miriam Michelsen fyri Unga Samband, Una Egilsdóttir fyri Sosialistisk Ungmannafelag og Rógvi Nybo fyri Unga Tjóðveldið.

Hesi mynda føroysku luttøkuna á hesari setuni hjá Ungdómsnorðurlandaráðnum, UNR.