Bæði í samgongu og andstøðu verður mótmælt ímóti ætlanin hjá landsstýrismanninum í vinnumálum at seta ein almennan nevndarlim aftrat í Atlantsflog Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, ætlar at víðka nevndina í Atlantflogi við einum nevndarlimi afturat, sum tað almenna skal velja. Støða skal takast til hetta á aðalfundinum hjá Atlantsflogi, sum verður 2. apríl.
Men hetta er ikki fallið í góða jørð í politisku skipanini ? í samgongu og andstøðu. Formaðurin í tingbólki Fólkafloksins, Jákup Mikkelsen, segði á middegi við útvarpið hjá Kringvarpinum, at Fólkaflokkurin hevur boðað løgmanni og vinnumálaráðharranum frá, at flokkurin ikki tekur undir við, at landsstýrismaðurin ætlar at stýra fyritøku, sum er skrásett á partabrævamarknaðinum.
Johan Dahl segði við útvarpið á middegi, at hann ikki ætlar at bakka fyri trýsti frá Fólkaflokkinum.
Seinnapartin hava andstøðutingmenninir Tórbjørn Jacobsen úr Tjóðveldi og Bill Jacobsen úr Miðflokkinum í tíðindaskrivi víst sína misnøgd við ætlanina:
- Sum tingmenn fara vit hervið staðiliga at heita á landsstýrismannin í vinnumálum, Johan Dahl, um at steðga royndini at destabilisera Pf Atlantsflog við síni lítið umhugsaðu politisku cowboy-strategi. Hon tænir ikki felagnum. Skal hon tæna onkrum øðrum enn føroyska flogfelagnum, eigur landsstýrismaðurin at spæla við opnum kortum mótvegis føroyska fólkinum, sum framvegis er veruligi eigarin av 2/3 av felagnum. Megnar hann ikki at steðga sær sjálvum, mega samstarvsfelagar hansara í Tinganesi gera tað, nú hann spælir hazard við felagnum, sum um, at tað var hansara egna kiosk, siga Tórbjørn Jacobsen og Bill Justinussen í tíðindaskrivi.










