Politisku teenageárini av

Vit búnast øll, og eg havi nú verið politiskur teenagari í tvey ár. So nú er upp á tíðina at gerast vaksin, sigur komandi formaðurin í Sjálvstýrinum, Kári á Rógvi.

- Eg havi fyrst og fremst stillað upp tí eg eri stillaður upp. Tað er einki, sum beinleiðis drívur meg í formanssessin. Tey hava helst rætt í tí, at viðhvørt er gott at endurnýggja hvør tað er, ið stendur fram, og tá eg hyggi meg um í tingbólkinum, so eru ikki so mong onnur valevni at velja ímillum, sigur Kári á Rógvi.
Floksreglurnar siga, at tað skal vera ein ting- ella landsstýrislimur, ið skal vera formaður í flokkinum, men kundi fráboðanin ikki verið gjørd smidligari?
- Nú er tað ikki so, at tað nakrantíð hevur verið nakað stríð í flokkinum. Uppstillingin skal líka nógv síggjast sum ein roynd at skapa áhuga fyri landsfundinum, og Kári P. Højgaard hevði sagt mær frá, at ætln hansara var á landsfundinum at boða frá, at hann tók seg aftur sum formaður, sigur Kári á Rógvi.
Tá tað so kom fram í tíðindunum, at stríðsval bleiv, og tíðindini hartil róðu upp undir eitt stórt stríð í flokkinum, varð avgerð tikin um at boða alment frá, at Kári P. Højgaard tók seg aftur sum formaður.
Ein av stóru atfinningunum móti Kára á Rógvi er, at hann er ógvuliga trekur í sínum samskifti við fjølmiðlarnar, og beinleiðis noktar at svara summum spurningum, men tann linjan skal broytast.
- Vit búnast jú øll við tíðini. Nú havi eg í tvy ár verið politiskur teenagari, so nú er upp á tíðina, at eg gerist vaksin, sigur Kári á Rógvi.
Hann ætlar sær ikki at broyta leiðsluformin munandi.
- Tað verður ikki so nógv talan um nakra leiðslubroyting. Talan verður kanska meira um, at eg í størri mun komi á tal við baklandið, við aðrar aldurbólkar og onnur øki í landinum, so tað verður meira ein spurningur stíl og framtraðkan, sgur Kári á Rógvi.
Nógv verður tosað um val í úrtíð, men á tí økinum er Sjálvstýrisflokkurin til reiðar.
- Vit í Sjálvstýrisflokkinum eru væl fyrireikað, vit hava eina valskrá klára at senda í hvørt hús, og tá valstríðið byrjar eru vit tilreiðar nær tað skal verða, sigur komandi formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum, Kári á Rógvi.