Politisku flokkarnir fáa nógvar ungar limir

Ungdómsdeildirnar hjá teimum politisku flokkunum í Noregi hava fingið nógvar nýggjar limir síðani yvirgnagsatsóknirnar seinasta fríggjadag. Í Høyre hava tey fingið einar 120 nýggjar limir, og Sosialistisk Venstreparti sigur, at har hevur ungdómsdeildin fingið umleið 100 nýggjar limir teir seinastu dagarnar. Eisini Framburðsflokkurin, sum eitt skifti hevði Anders Behring Breivik á sínum limalista, hevur fingið nógvar ungar limir afturat.

AUF, sum er ungdómsdeildin hjá Arbeiðaraflokkinum, sigur seg eisini hava fingið nógvar limir síðani fríggjadagin, men hvussu nógvir teir eru, duga tey ikki at siga.

-Tað er gott, at allir flokkar fáa nýggjar limir. Vit hava fingið eitt ungt ættarlið, sum skilir týdningin av demokratii, sigur Henrik Asheim hjá Unge Høyre við fjølmiðlarnar.