Politiskt stríð: Russland fer úr Eurovison

Í dag hevur russiska sjónvarpsrásin Channel One boðað frá, at Russland fer ikki at luttaka í Eurovision kappingini í Ukraina í næsta mánaði. Russland fer heldur ikki at vísa kappingina í sjónvarpi.

Orsøkin er eitt politiskt stríð um russiska umboðið Yulia Samoylova. Hon hevur fingið noktað innferðarloyvi til Ukraina, tí hon áður hevur framført á Krim hálvoynni, sum Russlandi tók frá Ukraina.


Fyrireikararnir av Eurovision hava boðið Russlandi at luttaka umvegis fylgisveinavarping ella at senda annan luttakara, men tað hevur Russland noktað fyri.

- Hvørgin møguleikin kann góðtakast. At luttaka umvegis fylgisvein er ímóti reglunum og andanum í kappingini, og vit umhugsa als ikki at senda annan luttakara, sigur Channel One í fráboðan í dag.  

Russarar halda, at ukrainskir myndugleikar eru órimiligir og eru við til at draga politikk inn í Eurovision kappingina, sum í 62 ár hevur verið við til at sameina fólk.

EBU, sum skipar fyri Eurovision, váttar, at Russland fer ikki at luttaka í kappingini í ár, og tey fordøma Ukraina fyri at nokta russiska luttakaranum innferðarloyvi.

Eurovision verður hildið í Kiev frá 9. til 13. mai.