Politiskt reinføri

Oddagrein

Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum hevur tosað um politiskt reinføri, og at ting eru "eftir bókini". Vit hava í løtuni eitt mál, ið man roynir at tiga burtur. Tjóðveldisflokkurin tekur ikki støðu, hóast formaðurin í tingbólkinum Heini O Heinesen sigur, at teir ikki hava álit á landstýrisfólkunum.

Flestu landstýrisfólkini munnu verða væl skikkaði til sessin og gera ivaleyst sítt besta. At nú ivi er sáddur um sjálvan løgmann og ein annan landsstýrismann av einum Tjóðveldistingmanni, uttan at tað fær avleiðingar av nøkrum slag, ger bert, at tað kemur inflatión í løgmans- og landstýrisembætini. Negativu úttalilsini smitta av uppá tey landsstýrisfólk, ið ivaleyst gera sítt arbeiði til lítar, og einki hava, ið ikki tolir dagsins ljós.

Hvussu nógv fólk, kanska serliga ung fólk, hoyrir man ikki siga, at politikarir eru allir líka, sipandi til ivasom mál í fortíðini. Her má nevin sláast í borðið beinanvegin, um alt politikaraálit ikki skal vera fokið.

Allir politikarar eru ikki líka. Teir allarflestu hava ongantíð havt ilt við at skyna á sínum egna og annara. At onkur nú pástendur, at løgmaður hevur ella hevur havt ilt við tað ger, at handlast má beinanvegin. Ikki allar avgerðir eru so skilagóðar í tinginum, men løgtings- og landstýrisfólk flest gera ivaleyst sítt besta og gera tað í góðari trúgv. Býttar ella ábyrgdarleysar avgerðir koma ivaleyst mangan fyri, men tað er ikki ólógligt at verða inkompetentur í bestu meining. Veljarin fær til eina og hvørja tíð tey tingfólk, hann hevur uppiborið.

Fara fólk nú bert at yppa øksl at ákærunum móti løgmanni, so eru vit á einum glíðibana, og demokratiska samfelagið Føroyar fær óbótaligan skaða. Moralska ábyrgdin liggur tungt á tingmonnum, tá løgmaður skal veljast. Ikki má tað verða so, at man vegna eitt mál, sum til dømis fullveldismálið letur sær lynda, at menn óansæð hvat verða valdir í Føroya hægsta sess, bara tí, at man fyri ein og hvønn prís vil sleppa at sita við valdið.

Veljarin er ivaleyst líkaglaður við, um løgmaður kundi sitið við valdið í Zimbabwe ella ikki, men hann vil óivað fegin vita, um løgmaður dugir ella dugdi at kenna mun á sínum egna og annara. Torbjørn Jacpbsen sigur framvegis eitt, meðan løgmaður og varaløgmaður siga, at tað ger hann ikki.

Virðingin fyri politikarum má vinnast aftur við at Løgmaður setir Torbjørn Jacobsen uppá pláss, ellla við at Torbjørn Jacobsen prógvar síni úttalilsir. At sagt verður í bløðunum, at fortíðin ger, at menn í føroya hægstu sessum kunnu trýstast henda og handa veg, er stak ræðandi, og má slíkt afturvísast beinanvegin. Vónandi fer samgongan at handla, og fær formaður Tjóðveldisfloksins nú høvi til at vísa í verki, hvat hann meinar við, tá hann sigur "eftir bókini".