Politiskir Amatørar?

Brynjálvur Danbjørg, Porkeri
-----------

Kom av tilvild, at samanbera okkara politikarar, løgting og landsstýrið við okkara landslið í fótbólti. Og tað var sera áhugavert.
Tað sær vakurt og spennandi út, tá landsliðið stendur og syngur »Tú alfagra land mítt« og er klárt til dystin fús.
Somuleiðis er, tá skrúðgongan á ólavsøku kemur millum Kirkju og Løgting.
Men so er tað úrslitið? Ja úrslitið er oftast sera skuffandi, og umberingarnar eru nógvar?
Hettar báði á fótbóltsvølli og í løgtingi?
Og so er spurningurin Hví?
Svarið er samanfallandi. Vit eru fáment tjóð, samanborið við aðrar tjóðir sum vit kappast ímóti. Her er ikki so nógv at taka av.
Samanborið við eitt nú danir er forholdið 1 til 100.
Hava vit ein dugnaligan fótbóltsleikara, so hava danir 100, og fransar og týskarar 1000.
So tykist eisini vera innan tað almenna, løgting og Landsstýrið. Her er eins og á fótbóltsvøllinum strevan aftur og fram, nógv rennan eftir bóltinum uttan at fáa fatur á honum, og tá tað einaferð eydnast, eru ongar kreftir eftir og skoti ferð framvið málinum?
Eitt er at frøa seg um, og tað er, at tjóðveldis fólk sita á bonkinum. Tí tá teir seinast vóru á vøllinum, gjørdu teir fleiri »sjálv mál«.
Men hvussu heppi tað er, at liðformaðurin fyri samgonguni er fyrrverandi málverji, fáa vit at síggja.
Tað at liggja afturi á vøllinum, og verja gevur onki framstig, onki mál, og mál er tað vit eiga at fáa, um vit skulu vera við. Tað er onki mál í sær sjálvum at fara til dystin bert fyri at vera við, og taka skrædlið?
Einhvør sum fylgir eitt sindur við í fótbólti, veit at tað skulu úrmælingar til fyri at fáa góð úrslit. Og soleiðis er eisini í landsins leiðslu? Har manglar ikki fólk, kvantiteturin er har, men hvat við kvalitetinum? Tað skal meira enn ein góður vilji til, tí at taka avgerðir krevur vita fram um kenslur.
Og slíkar persónar mangla vit í teirri politiski skipan her í Føroyum.
Eins og í fótbólti, ber til at »keypa« nakrar professionellar til at fáa landið á beina kós.
Føroyskir politikarar hava spælt fallitt. Og eiga at læra av mistøkunum.