Politiska støðan á Tvøroyri: Ikki komin á mál

Topparnir í samgonguflokkunum komu til Havnar aftur við Smyrli í morgun, og tað uttan at hava eina semju við sær í lummanum. 

 

 

Sum skilst á politikarunum í morgun eru framvegis vónir um at fáa eina semju í samgonguni um fiskivinnunýskipanina - hetta hóast javnaðartingmennirnar á Tvøroyri og Hanna Jensen í Framsókn hava funnist at uppskotinum hjá landsstýrismanninum.  

 

 

Les eisini: Video av Smyrli: Mest umráðandi at samgongan nú blívur samd

 

 

 

Seinni í dag verður tingfundur og í samband við tingfundin verður eisini samgongufundur um nýskipanina, har roynt verður at finna semju um tey viðurskiftini, sum nú resta í. 

 

 

In.fo fylgir málinum.