Politiska minnið er stutt

Politiska minnið er ofta rættiliga stutt, og onkuntíð kann tí vera neyðugt at fríska tað eitt sindur upp

Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur boðað frá, at fíggjarlógaruppskotið fyri 2008 verður lagt fyri tingið í hesi vikuni, men løgtingsformaðurin hevur avgjørt, at eingin tingfundur verður hesa vikuna, so uppskotið kann ikki leggjast fram fyrr enn í fyrsta lagið komandi týsdag. Løgtingsval var 19. januar og samgonguskjalið var undirskrivað 2. februar.

 

Fyri fýra árum síðani var løgtingsval tann 20. januar og samgonguskjal undirskrivað 31. januar. Táverandi fíggjarmálaráðharri legði sítt fyrsta uppskot til fíggjarlóg fyri tingið tann 25. mars.

 

Karsten Hansen hevur sostatt havt tríggjar vikur longri um at gera hetta uppskotið, enn Bárður Nielsen hevði um sítt uppskot fyri fýra árum síðani, men hóast hetta, so hevur Karsten Hansen fingið góðan arbeiðsfrið – serliga um vit samanbera við, hvussu andstøðan í 2004 leikaði í, tí Bárður Nielsen arbeiddi ov seint. Millum annað vóru hesar atfinningarnar alment frammi tá:

 

“Tað er ein vanlukka fyri samfelagið, at vit framvegis ikki hava nakra fíggjarlóg fyri 2004, sigur Karsten Hansen, fyrrverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum.”

(Sosialurin 5. mars 2004)

 

“Tá ið undanfarni løgmaður valdi at skriva val út og at senda fíggjarmálaráðharran til hús, legði hann landið í stjórnarloysi og landskassan í ongamannaland.”

(Høgni Hoydal í blaðgrein 8. mars 2004)

 

“Fyri hvønn dag, ið gongur, so fossar peningur úr landskassanum.”

(Høgni Hoydal í blaðgrein 8. mars 2004)

 

“Nú byrjar tíðin at ganga undan”

(Bill Justinussen í løgtinginum 10. mars 2004)

 

“Samfelagið hevur reelt ligið uttan stýring síðan fyrst í desember mánað, og tað er sera óheppið.

(Karsten Hansen í samrøðu við Sosialin 5. mars 2004)

 

Um støðan var so álvarsom áðrenn 10. mars 2004, so veit eg ikki hvat vit skulu siga um 15. apríl 2008.

 

Men alt hevur sína orsøk. Í desember 2003 legði táverandi landsstýri frá sær, beint áðrenn botnlinjutølini á fíggjarlógini gjørdust reyð. Tí var tað sera umráðandi hjá teimum flokkunum at fáa tveitt alla fíggjarliga ábyrgd yvir á tað eftirfylgjandi landsstýrið. Undirskotið skuldi einki hava við teirra politikk at gera, nei tað var vantandi stýring frá 5. desember 2003 til 25. mars 2004, sum var altavgerandi.

 

Men nú hevur tað eftir øllum at døma einki at siga fyri somu flokkar, um tíðin dregur út, tí minni hjá veljarunum er so vælsignað stutt.