Politisk spreinging á veg í Ísrael

Afturtøkan úr Gaza-geiranum hevur elvt til eina uppgerð í Likud-flokkinum hjá Ariel Sharon, forsætisráðharra.

Sunnudagin fæst kanska at vita, hvør er tann sterki maðurin í ísraelska stjórnarflokkinum, Ariel Sharon, forsætisráðharri, ella fyrrverandi forsætisráðharrin Benyamin Netanyahu.

Í apríl næsta ár verður val til ísraelska tjóðartingið, men longu sunnudagin skal Likud taka støðu til, hvør av teimum báðum skal mynda flokkin hetta til valið. Úrslitið fer at vísa, hvør er tann sterki maðurin, skrivar Jerusalem Post.

Benyamin Netanyahu var fíggjarmálaráðharri, men tá stjórnin samtykti at flyta jødisku niðursetufólkini úr Gaza og at taka herin haðani, fór hann frá fyri at mótmæla avgerðini. Hann fær stuðul frá høgravonginum í Likud, og hann hevur boðað frá, at hann ætlar sær at royna at fella Sharon. Netanyahu hevur eisini kravt, at valið verður framskundað til í heyst.

Politiskir eygleiðarar í Ísrael siga, at tað kann væl vera, at Sharon vinnur á Netanyahu sunnudagin, men at tað kortini verður Netanyahu, sum verður forsætisráðharraevni hjá flokkinum. Tann stóri spurningurin er, um taparin sunnudagin fer at stovna sín egna flokk. Hendir tað, er tað einki minni enn ein politisk spreinging, siga eygleiðararnir.