Politisk ósemja um neyðloysn

Oddagrein

 

- Hvat er henda samgongan í grundini samd um? Henda spurningin setti óivað mangur sær sjálvum mikudagin. Tá kom undan kavi, at Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin heldur ikki eru samdir um ætlanina at lata pensjónistar leiga íbúðir og kømur út skattafrítt.


Fólkaflokkurin - bæði løgtingsmenn og býráðspolitikkarar - hava talað fyri at lata húsaeigarar sleppa undan at geva leiguinntøkur upp í skatti. Hetta skal galda fyri øll. Hinvegin hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum boðað frá, at hann fer at leggja eitt uppskot fram, sum gevur pensjónistum heimild at leiga út uttan at geva leiguinntøkuna upp sum skattskyldug inntøka.


Men mikudagin boðaði Fólkaflokkurin frá, at hann tekur ikki undir við uppskotinum. Og í sínum lagi svaraði Karsten Hansen aftur, at tekur Fólkaflokkurin ikki undir við uppskotinum, so tekur hann uppskotið aftur. V.ø.o. eru hesir góðu politikkarar ikki búnir til tað politiska arbeiðið, sum fyrst og fremst er at finna semjur um ymisk áhugamál.


Endamálið við uppskotinum - ella tonkunum - er fáa fólk at leiga út íbúðir og kømur, sum kanska standa tóm. Hetta, tí íbúðaneyðin í høvuðsstaðarøkinum er katastrofal. Hvørki hetta ella undanfarin landsstýrið hava av álvara vilja ført ein íbúða- ella bústaðarpolitikk. Og hetta landsstýrið hevur so snorksovið, hóast øll tekin vóru í sól og mánað um, at fólk fóru at streyma til landið aftur. Serliga, um ein oljuvinna fór at gera innrás.


Hetta verður so gjørt fyri kanska at taka broddin av teimum ringastu avleiðingunum, hóast tað ikki loysir tann stóra trupulleika, sum samfelagið hevur rent seg í, tí øll, sum koma aftur til Føroya, vilja búseta seg í Havnini. Í staðin fyri at flokkar nú fara at keglast um eitt uppskot, sum ikki loysir nakra trupulleika, áttu landsstýrismenninir, sum varða av hesum øki, at sett seg niður og komið við nøkrum tonkum um, hvussu vit skipa ein veruliga íbúða- og bústaðarpolitikk.


Karsten Hansen hevur ferð eftir ferð sagt, at hann er sinnaður at lóggeva soleiðis, at leigarar og eigarar verða javntstillaðir. Men tað veða teir hvørki eftir hesum uppskoti, ella eftir tonkunum hjá Fólkaflokkinum. Líka mikið, hvønn veg vit hella, so kunnu vit bara staðfesta, at tann, sum frammanundan fær rentustuðul, ella hevur heimild at fáa hann sum húsaeigari við sethusalánum, eisini skal sleppa undan at geva leiguinntøku upp í skatti V.ø.o. Honum sum eigur, skal verða givið. Góður Fólkaflokspoltikkur! Ein panikkloysn, sum miðjar meiri ímóti at geva fólki at fáa ta fatan, at nú kunnu tey sleppa undan at gjalda skatt fyri eina inntøku, enn at loysa ein samfelagsligan trupulleika. Og hvør rindar? Jú, leigarin, tí sethúsaeigarin fær bæði rentustuðul og skattafría leiguinntøku!