Politisk mál - uppgávur í politikki

Rasmus A. Joensen, valevni hjá Sambandsflokkinum í Tórshavnar kommunu

Sum áhugaður í politikki, havi eg sjálvandi gjørt mær tankar um nøkur mál, ið eg meini, eru av alstórum týdningi, ja so stór, at vit kunnu kalla tey politisk høvuðsmál. Mál, ið skulu vera við til at tryggja okkum øllum møguleikar í samfelagnum, í kommununi, á bygd og í bý.
Endamálið má vera: Møguleiki til øll.
Hendan uppgávan verður tá fyrst og fremst, at fólk fáa møguleikan at byggja sær eitt heim, seta føtur undir egið borð.
Fyritreytin undir møguleikanum er nøktandi fíggjarorka.
Í dag er nøktandi fíggjarorka aloftast tað sama sum, at bæði foreldrini mugu út á arbeiðsmarknaðin at vinna pening til húsarhaldið.
Skulu foreldrini út at ar-beiða, so má møguleiki vera at fáa børnini passað, eins og tey gomlu, um tey koma soleiðis fyri, at tørvur verður á hesum.
Til børnini verður tá neyðugt at gera vøggustovur, barnagarðar og frítíðarskúlar. Til tey eldru verða gjørd heim, har hesi kunnu koma, alt eftir hvønn tørv tey hava.
Men vit skulu ikki gloyma, at foreldrini, ið skulu út á arbeiðsmarknaðin, skulu hava eina útbúgving, sum er teirra førningur og íkast til samfelagið.
Og við hesum koma vit inn á skúlarnar, har vit fáa ein part av tí barlast, vit byggja á, tá vit eru komin á arbeiðsmarknaðin.
Tað er tí eyðsæð at skúlaskipanin eins og teir ávísu skúlarnir, bæði innihaldsliga og sum bygningar, mugu hava høgan prioritet í kommununi.
Vit skulu heldur ikki gloyma, at vit eisini skulu hugsa um tey, ið ikki kunnu gera sum øll hini. Hesi skulu fáa tey tilboð, sum teimum tørva.
Sum tit síggja, so eru uppgávurnar mangar í kommunalpolitikki. Gott er við fólki við víðum sjónarringi.