Í greinini verður hugleitt um komandi løgtingsvalið, og óbeskednir, sum teir eru, rokna teir uttan himpr við, at tað verður Javnaðarflokkurin, sum sjálvandi verður størsti flokkur, og at tað verða teir, sum fara at leiða eina komandi samgongu. Og tann møguleikin er sjálvsagt eisini til staðar millum fleiri aðrar.
Út frá hesum hugleiða teir um møguligar samgongumøguleikar og siga, at tað kann fara at gerast torført at seta saman eina samgongu. Og so kemur tað áhugaverda: "B og C tykjast tó at kunna vinna valið einsamallir. Her snýr tað seg nógv um, hvør verður størstur."
Hesi orðini siga klárt og greitt, at um Sambandsflokkurin verður størstur, so fer Javnaðarflokkurin at gera samgongu við aðrar flokkar. Teir nevna møguleikan A, B, C. "Hann er sannlíkur, tó at tað kann vera trupult hjá C, fær hann ikki løgmann..." Sama siga teir um eina samgongu A, C, E. Altso er tað stórt sæð einasta kriteriið og einasta politiska málið at dominera og at fáa løgmann og gerast størstur. Er hetta tann nýggja sosialdemokratiska ideologiin?
Seinastu mánaðirnar hevur Javnaðarflokkurin hildið tað vera mest opportunt at leggja seg meira á sambandsveingin. Eina tíð krøkti hann seg upp í fullveldisskjúrtið, men har varð hann ristur av.
Tað má vera ótrúliga frustrerandi hjá einum sosialistiskum flokki at skula geva seg út fyri at vera miðflokkur og royna at sigla snikkaleysur millum Scylla og Karybdis í strembanini eftir at fáa løgmann.
Teir siga eisini: "Vil Sambandsflokkurin leggja á eina meira sjálvstýrissinnaða kós, er ikki óhugsandi við A, B og C." Hertil er at siga, at mótsett Javnaðarflokkinum hevur Sambandsflokkurin eina fasta kós og ein fastan politikk, sum er ásettur í stevnuskránni og í Nýskipanaruppskoti floksins viðvíkjandi ríkisrættarligu støðuni.
Blaðgreinin lifrar eisini fyri Fólkaflokkinum, skammrósar løgmanni fyri hansara diplomati, tí hann kann brúkast at skapa eina lyklastøðu.
Amatørkenda politiska kannustoypingin endar sum ein kriminalroman við tí ótrúliga spennandi niðurstøðuni: "Skulu vit hava eina samgongu, sum tekur skilabestu avgerðirnar í ríkisrættarliga spurninginum, má hon tí vera A og C saman við antin B ella E."
Her fáa vit so politisku sálina hjá Javnaðarflokkinum enn einaferð opinberaða og kunnu ásanna, at "Muður mælir tað, hjartað er fult av."