Politikkur snýr seg um framførslu

- Politikkur snýr seg meira um framførslu enn innihald. Tað er púra greitt. Tá politikarar eru í sjónvarpinum ella útvarpinum er tað fremst av øllum framførslan, sum hevur týdning. Eingin lýsir eitt politiskt evni væl og virðiliga, tí tíðin røkkur bara til smáar bitar.

Tað sigur Karsten Hansen, valevni fyri Miðflokkin.

Hansara flokkur hevur havt risa framstig á hvørjum fólkatingsvali. Miðflokkurin fekk 150 atkvøður í 2001, 800 atkvøður í 2005 og 1500 atkvøður í 2007.

Stríðið um atkvøðurnar er í fjølmiðlunum, har tað snýr seg um at framførsluna, heldur enn innihaldið.

- Tey, sum eru óheppin á skerminum, detta burturímillum við eitt. Tað er heldur ikki rúm fyri øllum í tíðindamiðlunum. Tað er eisini ein treyt, at tú hevur pengar at profiliera teg við. Annars fær tú ikki eitt bein til jørðina - eisini hóast tú hevur stóra vitan og skilagóðar loysnir, samfelagnum at gagna, sigur Karsten Hansen, valevni fyri Miðflokkin.