Politikkur er at raðfesta

Steinbjørn O. Jacobsen
borgarstjóri

Valstríðið hevur verið í hæddini og nú er dagurin komin, at krossurin skal setast.
Ein hevur varhugan av, at stríðið er makari, enn tað onkuntíð hevur verið. Ein orsøk kann vera, at framtíðarhimmalin ikki júst glógvar í sólskini, men tað eigur ikki at geva orsøkir til at setast í favn. Tey tyngru tøkini skulu eisini takast, og júst tá er neyðugt at lyfta í felag.
Tó hevur eisini hesaferð verið oyst út við gyltum lyftum um bæði eitt og annað ? líkt og ólíkt ? og júst í tí liggur spenningurin at vita hvussu fer at hilnast hjá teimum, ið bjóða seg fram. Hvørjum roknar borgarin við, og hvat roknar hann sum týdningarmikið í einum framkomnum samfelag.
Eg kann taka undir við vísmanninum, ið segði: "Vit kunnu bara fegnast um, at øll vallyftini ikki vórðu framd, tí so stóðu vit í botnleysari skuld".
Tað er gaman í einsamallur at lova gull og grønar skógir, men tá komið var inn um býráðsins gátt, og tey innvaldu sessaðust um borðið at taka avgerðir, mátti mangan sannast, at tá raðfestast skuldi, sjúnkaðu mangan sjálvt tey mest spennandi vallyfti niður í bunkan.
Seinastu fýra árini hevur Klaksvíkar býráð arbeitt við einari langtíðarraðfest-ing fyri at brynja miðdep-ilin í Norðoyggjum til komandi tíðir. Reyði tráðurin hevur verið ein varin fíggjarpolitikkur á íløgusíðuni, fyri at konsolidera pengakassan til møguliga meira krevjandi tíðir ? tíðir við lakari peningarrensli.
Hesin árini høvdu verið strævin, um ikki samstarvið hevði verið so fyrimyndarligt. Við tí í huga haldi eg meg til at taka eitt tak afturat, um veljarin sýnir mær neyðuga álitið.
Eg vil við hesum bera fram eina seinastu inniligu áheitan: Farið á val. Setið kross við eitt av valevnunum á lista E.