Í meira enn 60 dagar hevur Bo Lidegaard vitað, at Kaj Leo Johannesen, løgmaður, ætlar sær ein felagsskap við trimum sjálvstøðugum londum – ein ríkjafelagsskap.
- Í Sambandsflokkinum hava vit ongantíð hoyrt nakað um ætlanina at avtaka Ríkisfelagsskapin og skipa Føroyar sum fullveldisland, fyrr enn sambandsløgmaður serveraði hana fyri Føroya fólki ólavsøkudag, skrivaði Johan Dahl, næstformaður í Sambandsflokkinum, í skrivi sent fjølmiðlunum á ólavsøku.
Johan Dahl frætti um innihaldið í ólavsøkurøðuni fáar minuttir, áðrenn hon varð hildin. Formaðurin í tingbólkinum ella tinglimir floksins vistu heldur einki um tað.
- Tí gjørdust vit øll illa við, tá røðan var hildin. Ein slík álvarsom útmelding átti sjálvandi at verið viðgjørd innanfloks frammanundan. Hevði ætlanin komið í tingbólkinum fyrst, so hevði hon verið steðgað har, skrivaði Johan Dahl.
Tá Kaj Leo Johannesen hevur sagt, at hann er ein einsamallur indiáni í hesum málinum, er tað púra rætt. Hann hevur ikki kunnað sínar floksfelagar, sum bara vita um dreymin umvegis ólavsøkurøðuna og fjølmiðlarnar. Alfred Olsen, formaður í tingbólkinum, sigur seg einki vita um, at ríkisveitingin verður burtur um 10 ár, og at føroyingar skulu taka støðu um ríkisfelagsskapin á fólkaatkvøðu um 20 ár.
- Hetta eru púra feskir upplýsingar fyri mær. Eg veit einki um greinina í Politiken, sum varð prentað í gjár, sigur Alfred Olsen, formaður í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum.
Við øðrum orðum hevur Politiken verið meira enn tveir mánaðir frammanfyri Sambandsflokkin og føroyar fjølmiðlar, tá tað ræður um dreymin hjá formanninum í Sambandsflokkiunum, Kaj Leo Johannesen.