Ein fyrrverandi borgarstjóri og landstingslimur er funnin sekur í at hava dripið eina kvinnu og er dømdur seks ára uppihald á einum stongdum stovni. Tað skrivar grønlendska kringvarpið, KNR.
Tilburðurin fór fram í januar mánaði í ár, eftir at tvær kvinnur í Ammasalik høvdu gjørt av við seg. Hetta skapti órógv millum fólk og skipað varð fyri einari kyndlagongd.
Í tí sambandi var ein kvinna farin á dyr hjá fyrrverandi borgarstjóranum. Sambært KNR, sum hevur fingið innlit í rættarmálið, sparkaði kvinnan á dyrnar og breyt ein rút í húsunum, og fyrrverandi politikari hótti við at skjóta hana, um hon ikki rýmdi. Eindin var, at maðurin lat skot av, og kvinnan varð rakt og doyði. Maðurin segði í rættinum, at hann hevði skotið í neyðverju, men tað frágreiðingina góðtók rætturin ikki og dømdi hann fyri dráp.
Fyrrverandi borgarstjórin hevur kært dómin til landsrættin.