Politikarar í Suðuroy fáa 3,6 milliónir í løn

Bý- og bygdaráðslimir í Suðuroy fáa 3,6 milliónir í løn um árið og fyri tað upphæddina kundi ein ordilig umsiting verið í oynni og tað kundi skapt nýggj størv


Bý- og bygdaráðslimirnir í Suðuroy fáa tilsamans 3,6 milliónir krónur í løn.
Tað fortaldi Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum, vágbingum á borgarafundi í gjárkvøldið.
Hann vísti á, at í Suðuroy eru tilsamans 42 bý- og bygdaráðslimir, sum stýra oynni og tað eru 10 fleiri enn tað eru løgtingslimir, sum stýra øllum landinum.
Og tilsamans fáa hesir 3,6 milliónir krónur í lønum og nevndarsamsýningum.
Tá eru lønir til kommunuskrivararnar og skrivstovufólk ikki tald við.
Jacob Vestergaard helt, at hesin peningur kundi verið betri farin.
- Fyri hesa upphæddina kundi suðuroyingar lønt einum felags kommunustýri við einum 11 limum og havt eina munadygga, professionella umsiting afturat sær, bæði við løgfrøðingi,  búskaparfrøðingi, eini tekniskari deild, o.s.fr.
Men sum støðan er nú, sita sjey bý- og bygdaráð og stýra hvør sínum øki, uttan at hugsa  um heildina í nóg stóran mun og uttan at lyfta í felag og uttan at tosa nóg nógv saman, so at borgarin í Suðuroy kann fáa tað bestu tænastuna.
Landsstýrismaðurin duldi ikki fyri, at hann er heitur talsmaður fyri at leggja Suðuroy saman í eina kommunu.
- Suðuroyggin viknar meiri og meiri og skulu vit tosa um økismenning, hevði samanlegging í eina kommunu verið eitt stórt stig á leiðini, helt hann.
Hann vísti á, at sum støðan er nú, er Suðuroyggin grundarlagið undir fleiri størvum í Havnini, tí so nógv málsøki í Suðuroy verða umsitin í høvuðsstaðnum.
- Men verður tey ymsu økini í landinum, eisini Suðuroy, løgd saman í størri og sterkari eindir, ber tað til at leggja fleiri málsøki undir kommunurnar at umsita, so at fleiri væl lønt størv kunnu flytast úr Havnini út um landið og eisini til Suðuroyar.
Endamálið er at leggja kommunur saman í sterkari eindir fyri at kunna skapa arbeiðspláss kring landið og fyri Suðuroy hevði tað merkt, at suðuroyingar í størri mun sluppu at umsita seg sjálvar, heldur enn at lata seg umsita og stýra úr Havnini.
Spurningurin er, hvørji málsøki, politiskur vilji er at leggja undir kommunurnar at umsita. Í hesum sambandi eru fólkaskúlin og eldraøkið nevnd, men ongin støða er tikin til tað enn.
Men hóast ongi øki verða løgd undir kommunurnar at umsita, er tað framvegis ein stórur fyrimunur at leggja kommunurnar saman. 
- Tíðin er komin at lyfta Suðuroy upp frá og leggja til rættis, hvar útbyggingar skulu gerast á vinnuliga- og mentanarliga økinum.
Hann vísti á, at í løtuni tosa suðuroyingar við sjey raddum og eru ikki samdir.
- Endamálið við eini samanlegging skal vera at tosa við einari rødd. Endamálið skal ikki vera at leggja onkran inn undir onkran annan, men at gera allar kommunur til ein part í eini størri eind, har allir borgarar fáa somu tænastur.
Landsstýrismaðurin vísti eisini á, at hevði øll oyggin lagt saman, hevði skuldin verið minni enn eina álíkning tilsamans, hóast tað er ógvuliga ymiskt, hvussu kommunurnar eru fyri.
Tilsamans hevði Suðuroy tá havt eina fíggjarætlan upp á yvir 100 milliónir
Tað hevði verið ein munandi betri útgangsstøðið fyri at bygt og og ment oynna, segði Jacob Vestergaard.
Les eisini greinina “Høvdu góðan hug at lurta, men ongan hug at spyrja” og greinina “Suðuroyingar duga ov illa at tosa saman”