Politikarar skulu eisini spara

ein stúrin og vónsvikin pensjónistur

Nú eru politikarar fúsir at skera inn á bein, mest hjá teimum veiku. Vit skulu øll spara, men eg havi enn einki hoyrt um sparingar har hjá tykkum, so her eru nøkur sparutiltøk, sum rakar tykkum politikarar:
1) Politikarir fara 5-10% niður í løn.
2) Ferðafrádrátturin verður tað sama sum hjá Palleba.
3) Aðalráðini verða minkaði munandi. Somuleiðis vera færri stjórar og leiðarir.
4) Politikarir gjalda sjálvir fyri síni pensjón. Tað mugu øll onnur.
5) Loft verður lagt á alla ferðing. Telefonin og internetið er uppfunnið!
6) Sendistovurnar skulu niðurleggjast.
7) Ikki fleiri tænastustørv.
8) Síðst men ikki minst mongdin av landstýris/løgtingsmonnum skulu hálverast. Her er eingin stýring, bert klandur og kludur alíkavæl.
Alt Føroya fólk vil óivað hoyra um hesi tiltøk vera sett í verk? Um ikki, so grundgeving fyri hví ikki? Eitt skip kann bert útbyggjast til eitt vist áðrenn tað koppar.