Politikarar flyta fokus


Janus Petersen, formaður í felagnum føroyskir peningastovnar, heldur ikki, at bankarnir eru ólagaligir og hann heldur heldur ikki, at rentan er ov høg. Hann metir hinvegin, at politikarar flyta fokus frá egnum avbjóðingum við at kritisera bankarnar.

Hetta segði hann við Kringvarp Føroya í gjár.

– Eg haldi tað vera undarliga, at vit nú fáa kritikk, tí samlað er ikki avlop í sektorinum í ár, segði Janus Petersen við Kringvarpið í gjár.

Hann greiddi somuleiðis frá, at rentur og bankapakkar kosta sítt, umframt, at útreiðslurnar til tap eru øktar munandi.

Tí heldur hann ikki, at politikarar kunnu ákæra bankarnar fyri at vinna ov nógvan pening.

– Mann skal ikki fýlast á, at onkur vinnur pening. Tað er ein nógv størri trupulleiki, at tað almenna hevur so stórt hall, heldur Janus Petersen.

Kritikkinum, at rentan er ov høg vil hann ikki hoyra nakað um.

– Politikarar hava ikki lagt til merkis, at føroyskir bankar hava fingið til vega sera bílíg lán til sethús.

– Vit hava nú lán, sum hava niður í næstan trý prosent rentu, og hetta er óhoyrt í føroyskari søgu, greiddi Janus Petersen frá í tíðindunum hjá Kringvarpinum í gjár.

Um kappingarráðið segði Janus Petersen, at tað skal vera vælkomið, tí peningastovnarnir eru longu undir nógvum ymiskum eftirlitinum. Men um tað er nakað at fara eftir, vildi Janus Petersen ikki siga nakað um. Hann vísti nevniliga til kappingarráðið.