Politikarar eiga sjálvir at gjalda sínar uttanlandsferðir

- Tey fólkavaldu skulu ferðast minni, og á nógvum almennum stovnum kann helmingurin av fólkinum sigast upp. Tað heldur Gerhard Lognberg vera búskaparligu hyggjuráðini, heldur enn at koma við bústaðarskatti og øðrum tungum byrðum á tey lágløntu Gerhard Lognberg heldur, at samgongan eigur at spara á egnum øki ? rættari í landsumsitingini.

- Hvat við at spara tað burtur, at tey fólkavaldu ferðast við embatisfólki fyri miliónaupphæddir í flestu førum til svartasta onga nyttu? Spyr tingmaðurin hjá Javnaðarflokkinum í lesarabrævi í Sosialinum í morgin.

Tingmaðurin heldur, at tey fólkavaldu sjálvi eiga gjalda, um tey so fegin vilja sleppa út um landoddarnar:

- Brúkið heldur faxið ella teldurnar at samskifta við ella sendi eittans fólk avstað, sigur hann, og vísir í sama viðfangi á, at um tú fert inn á almennar stovnar, so eru summi fólk effektiv, men helst kundi starvsfólkatalið í flestu førum verið skorið niður í helvt.

Gerhard Lognberg sigur, at sum borgarsntjóri í Skopun hevur roynt ein ávísan stovn, men tað er sum at bróta grót. Tann tú skal tosa við er á skeið ella starvsfelagsfundi ella heima hjá sjúkum barni.

- Mítt ynski hevði verið, at tey arbeiddu í øllum førum ein dag um vikuna, so kundu tey skeiðast restina, sigur løgtingsmaðurin.

Gerhard Lognberg ger eisini púra greitt, at ikki fleiri byrðar skulu á herðarnar hjá Palluba og Marsannu. Hann sigur tí blankt nei til bústaðarskatt og nei til alt, sum kann taka kvørkratak á okkara sjómenn, verkafólk og ikki minst okkara pensjonistar.