Í gjárkvøldið um hálvgum sjey tíðina mundi gingið galið á Oyrarbakka, tá tríggjar ruskspannir stóðu í ljósum loga. Sunda sløkkilið varð boðsent, og fekk sløkt endin. Spannirnar stóðu tætt við barnagarðin, og stóð illa til, kundi hann havt fest í barnagarðin.
Vakthavandi á politistøðini sigur, at tíbetur hendi ikki nakar stórvegis skaði, men tað kundi tað gott.
Talan var um einnýtis-grillbakkar, sum fólk høvdu blakað í skrellispannirnar, uttan at hava tryggjað sær, at teir vóru heilt sløknaðir.
Vakhavandi heitir tí á fólk um ikki at fara frá grilbakkum og øðrum grillum, áðrenn eldurin og kolini eru heilt slóknað.










