Politiið koyrir út frá Klaksvík

Frá í dag arbeiðir politiið í Norðurøkinum hvørja viku út á Klaksvík. Sýslumaðurin í Eysturoynni situr mestsum einsamallur á støðini í Runavík

Seinastu árini hevur mistnøgd verið millum politistarnir í Norðurøkinum, tí teir aðru hvørja viku hava koyrt út frá Runavík g aðru hvørja viku út frá Klaksvík.
Nú er aftur ein broyting gjørd.
Tá ið politistarnir í Runavík komu til arbeiðs í morgun, fóru teir beint í bilarnar og koyru til Klaksvík. Politistøðin í Klaksvík verður nú teirra arbeiðspláss burturav.
Politistarnir vóru ikki komnir fram til Klaksvíkar í morgun, tá ið boð komu inn um herverk í Søldarfirði. Málið varð sent til politiið í Klaksvík.
Heverk varð framt í gamla skúlanum í Søldarfirði, sum Handilsskúlin á Kambsdali leigar. Har verður javnan framt herverk, sigurIngibjørn Eldevig, sýslumaður í Eysturoynni.