- Politihundurin gjørdi eitt super gott arbeiði í Fuglafirði, sigur vaktleiðarin í morgun um eina hending í nátt. Myndin er tilvildarlig.

Politihundur fann herverksmann í Fuglafirði

- Hundurin snoddaði seg fram til mannin, sum lá nakað frá pizzastaðnum og krógvaði seg við ein garð, sigur løgreglan.

 

- Politihundurin gjørdi eitt super gott arbeiði í Fuglafirði, sigur vaktleiðarin í morgun um eina hending í nátt. Myndin er tilvildarlig.

Um 04.30-tíðina í nátt fekk løgreglan eina fráboðan úr Fuglafirði, har ein maður helst hevði brotið ein rút í Pizza 530.

 

- Løgreglan fór á staðið, og vit høvdu eisini hundapatrulju við. Men, tá vit komu til Fuglafjarðar, var maðurin burtur. 

 

Vaktleiðarin sigur, at tað í hesum førinum var heppið, at teir høvdu hundapatruljuna við sær, tí tað vísti seg, at hetta skjótt gav úrslit.

 

- Hundurin snoddaði seg fram til mannin, sum hevði framt herverkið, og hesin lá tá nakað frá pizzastaðnum og krógvaði seg við ein garð.

 

Løgreglan sigur, at talan var um ein mann, sum var drukkin, og hesin situr nú í brummuni í Klaksvík og svevur rúsin av sær.

 

- Í hesum føri gjørdi hundurin eitt super gott arbeiði, og seinni verður funnið út av, hvussu hetta málið fer at taka seg út, sigur vaktleiðarin.

 

 

 

- Politihundurin gjørdi eitt super gott arbeiði í Fuglafirði, sigur vaktleiðarin í morgun um eina hending í nátt. Myndin er tilvildarlig.