Týskland spældi ikki EM-dyst leygardagin, men ístaðin spældi landið venjingardyst ímóti Georgia, sum er í bólki saman við Føroyum. Týskland vann dystin 2-0, og málini skulu Bastian Schweinsteiger og Michael Ballack. Álopsspælarin Lukas Podolski fekk í seinna hálvleiki reyða kortið, tá ið hann hevndi seg eftir eitt fríspark. Løtu seinni var eisini ein spælari hjá Georgia vístur av vølli, men báðir kunnu spæla, tá ið Týskland og Georgia fara at spæla EM-dystir mikukvøldið.