Platini verður ikki FIFA forseta valevni

Michel Platini hevur boðað frá, at hann er ikki longur valevni til FIFA forseta starvið

Við tíðindastovuna AP sigur Michel Platini, at hann trekkir seg um valevni til FIFA forseta starvið. Fraklendingurin er í løtuni suspenderaður, sum UEFA forseti.

 

Michel Platini sigur í samrøðu við tíðindastovuna AP, at hann fer framvegis at stríðast fyri at blíva reinsaður fyri ákærurnar, sum eru reistar ímóti honum, men hann heldur ikki, at hann hevur umstøður til eitt effektivt valstríð um FIFA forsetastarvið. Nýggjur FIFA forseti skal veljast í februar.

 

- Eg taki meg aftur, sum valevni. Eg megni ikki at gjøgnumføra hetta. Eg havi hvørki tíð ella umstøður at møta teimum, sum skulu velja nýggja forsetan, og eg havi heldur ikki tíð og umstøður til eitt forsetavalstríð, sigur Michel Platini við AP.