Plakatirnar hjá Heðin alt for stórar

Niels Uni Dam ummælir plakatirnar hjá flokkunum í Havn.

- Tær flestu plakatirnar í býnum eru ein mynd av einum andliti og navni. Tú kanst siga, at plakatirnar stórt sæð bara blíva brúktar til at promovera títt ego, sigur Niels Uni Damn, samskiftisfólk.

 

Nú valstríðið koyrir síðsta dagin, hevur in.fo heitt á Niels Una Dam, um at ummæla kampagnurnar hjá teimum ymisku flokkunum í Havn.

 

Tá ið umræður plakatur, so er eingin ivi um, at tað eru Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin, sum síggjast best.

 

- Tær hjá Javnaðarflokkinum eru sum heild av sera vánaligari góðsku. Serliga myndin, har øll valevnini hjá Javnaðarflokkinum eru saman, er út av lagi vánalig, sigur Niels Uni Dam. Men tær eru nógvar í tali og tí sjónligar.

 

Skalt tú umrøða plakatirnar hjá Javnaðarflokkinum, so mást tú also skilja sundur Heðin og hini valevnini.

 

- Tær stóru plakatirnar av Heðin Mortensen eru alt for nógv av tí góða. Tað er sjálvpromovering, sum vit neyvan hava sæð áður í Føroyum. Vit vita øll, hvør Heðin er og hann er ein vælumtóktur maður. Tí er tað alt for nógv, at hann hevur so nógvar, so stórar plakatir av sær í býnum. Eg haldi tað hevur eina negativa ávirkan um nakað, sigur Niels Uni Dam.

 

Tá umræður plakatirnar hjá Fólkaflokkinum, sum eisini eru sjónligar, so er ein vansi, at tær eru alt ov líkar.

 

- Har eru eini fýra, fimm ljósahærdar kvinnur, við myrkum egnabrúm, sum stilla upp fyri Fólkaflokkin í Havn. Og tá ið fleiri valevni beinleiðis líkjast, so er ikki so gott, at plakatirnar eru so eins uppsettar, sum tær eru, sigur Niels Uni Dam.

 

Tær hjá Fólkaflokkinum eru sjónligar, tí nógvar plakatir standa saman, men tær eru ov eins og tí sær tað mest út sum ein gráur massi av Fólkafloksvalevnum.

 

Tá ið umræður Sambandsflokkin eru forholdini meira passandi, sambært Niels Una Dam.

 

- Sambandsflokkurin hevur ikki so nógvar plakatir. Tær standa saman í ymiskum økjum, og øll skulu nokk síggja eina sambandsplakat. Men nøgdin av plakatum í býnum er meira stílfull enn hjá til dømis Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum, sigur Niels Uni Dam. Men eisini hjá Sambandinum eru myndirnar á plakatunum sera vánaligar. 

 

Tjóðveldi hevur tær bestu plakatirnar, tí tær eru litríkar og grafiskt væl uppsettar.

 

- Tjóðveldi fær toppkarakter fyri plakatirnar. Tað eru heldur ikki so nógvar av teimum, men myndagóðskan og lit samansetingin er so góð, at tað hoppar í eyguni í mun til hinar flokkarnar, sigur Niels Uni Dam.

 

Framsókn hevur aftur hesaferð tey sjónligu F’ini, sum hanga kring býin, men kanska er effektin av teimum minni enn vanligt.

 

- Tað er einki nýtt í tí longur og vit síggja tað ikki eins væl sum í byrjanini. Felagsplakatirnar hjá Framsókn eru eisini mattar og keðiligar. Men einstøku plakatirnar eru fínar, sigur Niels Uni Dam.