Pláta við The Beatles seld fyri 168.000 kr.

Enskur professari, sum býr í Eysturríki skorar kassan Ein enskur professari, sum býr tætt við eysturríkska býin, Linz hevur selt eitt sjáldsamt eintak av plátuni ?The Beatles White Album?, fyri eitt virði sum svarar til 168.000 danskar krónur. LP-plátan hevur framleiðslunummarið 000005. Tey fyrstu fýra eintøkini av ?The Beatles White Album? eru enn ogn hjá limunum í The Beatles, ella teimum avvarðandi hjá John Lennon og George Harrison.

 

Enski professarin, sum eitur Andrew Milton sigur, at hann hevur ætlanir um at selja fleiri sjáldsamar Beatles-plátur, sum hann hevur í savni sínum. Millum hesar plátur er ?The Beatles White Album?-plátan, sum hevur framleiðslunummarið 000018. Júst í hesum døgum eru 40 ár liðin, síðani ?The Beatles White Album? kom út á fyrsta sinni.