Um Báður Kass Nielsen hevði havt varamann fyri seg á tingi, so hevði Bjørn á Heyðun, advokatur í Havn, nú kunna umboðað Nýtt Sjálvstýri á tingi.
Bjørn á Heygum hevur áður verið tingmaður. Hann var fyrstvaldi tingmaður á valinum í 1994, tá hann stillaði upp fyri Sambandsflokkin. Við 646 persónligum atkvøðum fekk Bjørn á Heygum tá flestar atkvøður – fyri Sambandsflokkin, sum tá var størsti flokkur.
Hóast Bjørn á Heygum gjørdist nummar fýra á listanum hjá Sjálvstýrisflokkinum, sum bara fekk tveir tingmenn, so kundi hann havt møtt á tingi hesa vikuna, tí Bárður Kass Nielsen hevur ikki møtt. Bárður Kass Nielsen er varamaður fyri Jógvan Skorheim, borgarstjóra í Klaksvík, sum er í farloyvi frá løgtingsarbeiðinum.
Persónligu valúrslitinum hjá fýra teimum fremstu valevnunum hjá Nýggjum Sjálvstýri á løgtingsvalinum 1. september í fjør vóru hesi:
1. Jógvan Skorheim 389
2. Kári P. Højgaard 352
3. Bárður Kass Nielsen 69
4. Bjørn á Heygum 57
Løgtingsfundur er lýstur aftur at vera týsdagin í næstu viku klokkan 11.